Herfyri hevði stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu fund, har eitt nú roknskapurin fyri 2016 varð samtyktur.
Á hesum fundi nýtti stýrið eisini høvi at takka Gerhardi Lognberg, borgarstjóra í Skopunar kommunu, fyri tíðina, sum hann var stýrisformaður - frá 1. januar 2015. Við høvi fekk Gerhard Lognberg eisini handaðar blómur.
Nýggjur formaður í stýrinum fyri Økistænastuna er Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.
Hini kommunalu umboðini í stýrinum eru Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu og Brynhild Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu.
Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, er eisini við í stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, men hann var ikki við á nevnda fundi og er tí ikki við á myndini.
Leiðari fyri Økistænastuna er Randarsól Kristiansdóttir, og tey í stýrinum eru samd um, at hon hevur gjørt eitt dygdargott arbeiðið, siðan hon varð sett í hetta starv.