Steffen Brandt fór fríggjadagin í farnu viku, tann 14/6, um tey 60 árini. Eitt hvast horn, meta nøkur, men flestu ummælarar í Danmark meta, at sangarin og sangskrivarin heldur sær væl og er væl við enn.
Sangarin og sangskrivarin í danska bólkinum TV2 hevur langa leið aftanfyri seg innan tónleik. Kendur við TV2 gjørdist hann, tá Popmusikerens Vise og Bag Duggede Ruder gjørust landaplágur fyrst í áttatiárunum. Innan tað hevði Brandt verið við ymsum øðrum bólkum, ið royndu seg innan tað, ið var uppi í tíðini tá, t.d. New Wawe.
Kendur er hann sum sangskrivari við serstøkum og beinraknum tekstum, ið av og á eisini kunnu krevja eitt sindur av lurtaranum. Og líka kendur er hann seinnu árini blivin sum maðurin við væl sitandi meiningum og metingum, ofta ballað í ironi, speisemi, og tykist tað sum standa blaðfólk næstan í bíðirøð at fáa samrøðu við hann, tí oftast rakar hann seymin á høvdið, og ikki so sjáldan kann tað tykjast, sum heldur hann ein spegil frammanfyri okkum lurtarum og lesarum, samstundis sum hann heitir á okkum um at hyggja væl, hugsa okkum um, og kanska støðuna til umhugunnar einaferð enn.
Hvassa vitið hevur avgjørt sett hann millum tey fremstu, tá tað kemur til at "revsa samfelagið", men sanniliga eru eittnú kærleiksvísurnar eisini millum tey løg, ið fólk hava tikið til sín.
Steffen Brandt og TV2 hava fleiri ferðir vitjað í Føroyum, seinast á Summar Festivalinum, og teir vitja eisini javnan í Grønlandi.