Hósdagin 25. september kl. 13 avdúkar Visit Faroe Islands ein nýggjan vetrarfilm.
Í hesum sambandi eggjar Visit Faroe Islands øllum føroyingum at deila filmin á sosialu miðlunum og bjóða vinum og kenningum kring heimin at vitja okkara oyggjar.
Tað eru nógv ferðandi, sum koma til Føroyar um summarið, men fyri ferðavinnuna er tað umráðandi at økja um ferðafólkatalið í vetrarhálvun, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
Við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri hoyrist tað, sum Guðrið Højgaard segði við Rás2 fyrr í dag.