Dysturin um Havnina ímillum HB og B36 verður spældur fríggjadagin. FSF hevði annars framskundað umfarið til leygardagin vegna hálvfinalur í steypakappingini í vikuni eftir, men tey bæði høvuðsstaðarfeløgini eru blivin samd um, at tey heldur framskunda dystin enn meiri og spæla hann fríggjadagin kl.18, tá ið tað er heilidagur - nevniliga Dýri biðidagur.









