Brakandi summartónar við SIC

SIC spælir á Summartónum í Perluni í Havn í kvøld. Bólkurin opnaði stóra pallin á sandinum á G! Festivalinum farna hósdag, og í kvøld verður tað so høvuðsstaðurin, sum skal rystast . Aftrat SIC spæla eisini The Apocryphal Order og Mirror Men.

 

Summartónar er tónleikatiltak, sum ferðast kring landið frá bygd til bý. SIC-sligu summartónarnir, sum konsertin í kvøld rópast, byrjar klokkan 21.00.