Bróta nú tøgnina á internetinum

Landsstýrið fer nú taka internetið í brúk fyri at kunna fólk um grindadráp

Landsstýrið ger nú landgongd á internetinum, tá tað snýr seg um grindadráp.

Millum tær mongu heimasíðurnar um vinnumál, fullveldi og mentamál, verður nú umsíðir ein síða um grindadráp at finna.

-Internetið skuldi fyri langari tíð síðani verið tikið í nýtslu í hesum málinum, men tað hevur strandað upp á arbeiðsorku, sigur Kate Sanderson, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni.

Hon sendi í gjár út tíðindabræv til miðlar og fólk í Føroyum og útlandinum um, at landsstýrið nú kunnar um grindadráp á internetinum, har milliónir av fólkum kring allan heim hvønn dag leitað eftir upplýsingum.

- Hetta verður eingin síða við propaganda, men ein síða við vanligari kunning um grindadráp, sigur hon.


Sjálvandi internet

At Paul Watson nú er í Føroyum hevur skundað undir arbeiðið at gera grindasíðuna á internetinum, og Kate Sanderson sigur, at talan er um eina fyribilssíðu, sum nú er løgd út á netið.

- Í løtuni er tað mesta tekstur, sum liggur úti, men vit ætla at leggja myndir og annað út eisini, sigur hon.

- Tað er rættiliga upplagt at brúka internetið til at kunna um grindadráp, tí fólk í útlandinum kunna á tann hátt sleppa lætt og skjótt fram at upplýsingum um grindadráp. Trupulleikin við internetinum er tó, at tað er ein passivur miðil, og tí mugu vit kunna fólk um, at vit kunna um grindadráp á netinum, sigur Kate Sanderson.

Felagsskapurin hjá Paul Watson, Sea Shepherd, nýtir eisini internetið í sínum átaki ímóti føroyska grindadrápinum. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh