Brøndby er flúgvandi

Øll fýra málini í oddadystinum í Aalborg vórðu skorað fyrsta hálva tíman

 

Superliga


Tað var rættur toppdystur í Aalborg seinnapartin sunnudagin. Saman við FCK verða Brøndby og AaB mett sum bestu boðini upp á meistaraskapin. Tí var ikki undarligt, at 10.172 møttu upp, tá Brøndy vitjaði.

Tað var undirhaldandi og á allan hátt verdugt fyri oddadyst. Tá ein hálvur tími var farin, var støðan 3?1 til Brøndby, og tað gjørdist eisini úrslitið. AaB minkaði um munin til 3?1, og teir trýstu fyri at koma uppaftur nærri. Men tað miseydnaðist, m. a. tí teir sendu brotsspark skeivu megin stólpan.


AB væl fyri

Undan summarsteðginum stríddist AB fyri at sleppa undan niðurflytingini. Tað eydnaðist akkurát. Tá varð undrast yvir, at eitt lið við fleiri landsliðsspælarum skuldi liggja so illa fyri. Nú hevur AB selt landsliðsspælararnar, men nú gongur nógv betri. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Lyngby, sum hevur staðið seg væl á vøllinum, men sum uttanfyri vøllin stríðist fyri at sleppa undan húsagangi. AB var drúgvari og vann 3?1.

Í Silkeborg hava teir selt sínar landsliðsspælarar, og har er ikki væl vorðið. Hesa ferð vitjaðu teir grannarnar í Viborg, sum vunnu 2?0.

Tað varð mett, at Esbjerg ikki var væl fyri, tí næstsíðst taptu teir 7?0 á heimavølli ímóti Esbjerg. Men teir fóru úr Ikast við øllum stigunum. Heimaliðið FCM tapti 2?0 ímóti felagnum, sum fegið vil hava Christian Høgna Jacobsen at hjálpa sær. Hesa ferð skoraði Michael Hansen bæði málini.

Í gjárkvøldið skuldi AGF, sum higartil í hesum kappingarárinum ikki hevur staðið seg væl, royna seg á heimavølli ímóti Vejle.