Ágúst Jóhansson og Sophus Dahl Christiansen brúktu ov nógv teir somu spælararnar, tá Føroyar ígjár taptu 19-22 (12-10) ímóti Finnlandi. Tað heldur Geir Wardum, royndur venjari í bestu hondbóltsdeildini.
Geir Wardum heldur, at tað sást væl og virðiliga seinasta korterið av dystinum, at spælararnir vóru troyttir, og tí komu nøkur tilvildarlig og lunkað skot ímóti finska málinum. Ímóti Litava mugu og skulu vit rotera meira, sigur ein avgjørdur Geir Wardum.
Geir Wardum vísir á, at Finnland í sínum lagi dugdi nógv betur at rotera við spælarunum, og tí vóru tær betur fyri til dystarendan enn tær føroysku. Geir Wardum heldur, at við røttu disposjónunum høvdu vit kunnað vunnið á Finnlandi ígjár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Geir Wardum fyri løtu síðani.
Geir Wardum er ikki uttan vónir um, at Føroyar kunnu gera ein vørr ímóti Litava og vinna ein tepran sigur, men tað krevur eitt framúr gott avrik.
HERber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Turið Arge Samuelsen og Ágúst Jóhansson, venjara.