RÀÐSTEVNA
Norðurlendska Brúkaranevndin fer í døgunum 12. og 13. september at halda ársfund og ráðstevnu í Føroyum.
Norðurlendska Brúkaranevndin er samstarvsnevndin hjá brúkararáðunum í Norðanlondum. Her luttaka umboð fyri Brúkararáðini í Íslandi, Grønlandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Av góðum grundum eru Føroyar ikki við í hesum samstarvi, tí enn hava vit onki brúkararáð og onga skipan fyri brúkararnar her. Men tað kann kanska broytast, og m.a. tí hevur Norðurlendska Brúkaranevndin (NBN) avgjørt at halda sín ársfund júst í Føroyum.
Umframt at NBN heldur sín regluliga ársfund fund her, vil hon eisini nýta høvi at greiða føroyingum frá, hvussu arbeitt verður fyri brúkaraáhugamálum í Norðanlondum og frá aktuellum brúkarapolitiskum høvuðsmálum.
16 fólk koma til landið í sambandi við ársfundin og ráðstevnuna.
Enska heitið á seminarinum er "Digi-tv - television as a consumer platform". Hetta snýr seg m.a. um, at við digitalu ella teldutøkniligu menningini av sjónvarpinum, hendir ein grundleggjandi og álvarslig broyting í samskiftinum millum hyggjararnar (ella brúkararnar) og sjónvarpsstøðirnar. Umframt vøksturin í útboði av ymsum rásum, koma sonevndar interaktivar tænastur (har hyggjarar kunnu samskifta beinleiðis við ein útbjóðara), spøl og ítriv, og elektroniskur handil sum beinleiðis søla og keyp av vørum og tænastum.
Á berum
Tað er Hans Pauli Strøm, fyrrverandi tingmaður, sum er føroyski kontaktpersónurin í sambandi við ráðstevnuni. Í sínum politiska yrki arbeiddi hann nógv við brúkaraviðurskiftinum. Hann heldur, at vit kunnu læra nógv av hinum norðanlondunum.
?Í Føroyum standa vit so at siga á berum hesum viðvíkjandi. Tí kann tað verða hugvekjandi at hoyra, hvussu brúkarapolitikkur, brúkaraverja og brúkaraupplýsing er skipað í Norðanlondum. M.a. hvørji tiltøk eru neyðug frá almennari síðu viðvíkjandi lóggávu og stovnum. Og týdningurin av at brúkararnir eisini sjálvir eru skipaðir í felagsskap at tala teirra søk, sigur Hans Pauli Strøm.
Áhugaði fyri ráðstevnuni kunnu seta seg í samband við Hans Paula.