Brúkaragjald ber bara brotpart av Sandoyartunnlinum

Um øll ferðsla úr Suðuroynni fer umvegis Sandoynna verður ferðslan gjøgnum Sandoyartunnilin 700 bilar um dagin. Brúkaragjaldið ber einans eina íløgu uppá 80 milliónir. Tað verður skattgjaldarin, og ikki brúkarin, sum kemur at rinda kostnaðin av Sandoyartunnlinum.

Í samband við viðgerðina av hesi samferðsluíløgu, sum er mett at kosta 700 milliónir, boðsendi Vinnunevndin hjá løgtinginum millum annað stjóran í Norðoya- og Vágatunnlinum.

Dávur Reinert Hansen skuldi m.a. greiða nevndini frá, hvssu stóran part av hesi íløgu brúkarin, tað vil siga ferðslan gjøgnum tunnilin, kann bera.

Dávur Reinert Hansen staðfestir, at um so er at øll ferðslan úr Suðuroynni til meginøkið verður førd umvegis Sandoynna og harvið Sandoyartunnilin, so fara umleið 700 bilar at koyra gjøgnum tunnilin um dagin.

- Við støði í útrokningum frá Vága- og Norðoyatunnlinum merkir tað, at tunnilsgjaldið klárar at rinda eina íløgu á 80 milliónir krónur, staðfestir Dávur Reinert Hansen í samrøðu við Rás2.

Tað merkir, at um Sandoyartunnilin kemur at kosta 700 milliónir, so kemur brúkarin at rinda góð 10 prosent av íløguni, meðan skattgjaldarin rindar restina. Og tá eru íløgur í havnalagið á Sandi og í Hvalba ikki íroknaðar.