Brúka gøgn úr avrættaðum fangum

Tað gongst so illa hjá heilsumyndugleikunum í Kina at fáa fólk at skráseta seg sum gøgngevar, at tey flestu gøgnini, sum verða latin sjúklingum, verða tikin úr deyðadømdum fangum, sum eru avrættaðir. Tað sigur stjórin í heilsumalaráðnum, Huang Jiefu.

Kinesisku myndugleikarnir hava annars leingi roynt at fáa fólk at skráseta seg sum gøgngevar, so teir kunnu sleppa undan at taka gøgn um avrættaðum fangum. Men eftirspurningurin er so stórur, at tað er vónleyst at nøkta tørvin uttan at brúka gøgn úr fangum, sigur Huang Jiefu við eitt blað í Beijing.

Kina setti í 2007 forboð fyri at innflyta mannagøgn úr øðrum londum.