Í annaðkvøld fara Boys in a Band á pall á Eurosonic í Hollandi, sum er millum leiðandi evropeiski festivalarnar í Evropa Eurosonic í Hollandi er leiðandi evropeiski festivalurin, tá tað snýr seg um at leita fram alt tað nýggjasta og mest spennandi rytmiskan tónleik.
Stórur partur av framførslunum verða sendar kring alt Evropa og eini 2500 fakfólk úr serliga live-tónleikavinnuni ? bookarar, agentar, fyriskiparar, útvarps-dj´ar og onnur hittast til ráðstevnu, aðalfundir og serliga at hoyra umleið 250 nýggjar bólkar, sum eru útvaldir, tí mett verður, at júst hesir bólkarnar hava serliga góðan möguleika at seta dám á vinnuna næstu árini. Teirra millum eru føroysku Boys in a Band.
Áður hava nøvn sum Franz Ferdinand, The Editors, Kaizers Orchestra, The Kooks og enntá Teitur verið á palli á Eurosonic, og seinni gott av netverkinum kring Eurosonic festivalin í Groningen í Hollandi.
Um Boys In A Band eru raskir fríggjakvøldið kl. 20.45 kann framførslan veruliga seta gongd á nøkur ting aftrat hjá teimum, við tað at allir stóru summarfestivalarnir í evropa eru til staðar og velja sær bólkar.