Boykotta fund hjá Kristinu Háfoss

Vit eru tikin til gísla og alt arbeiðið er steðgað, siga fýra løgtingsmenn, sum eru í meirilutanum í Fíggjarnevndini

Sum støðan er nú, er eingin orsøk hjá okkum til at møta á fundi við Kristinu Háfoss. Tað siga teir fýra løgtingsmenninir, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen. Teir eru allir fýra limir í Fíggjarnevndini og teir eru eisini meirilutin í nevndini, sum annars telur sjey limir.

 

Teir fýra siga í eini fráboðan í dag, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur givið fíggjarnevndini fundarboð mánadagin at viðgera eina broyting í lóg um landsins játtanarskipan.

 

Men teir ætla sær ikki at fara í fund, tí teir siga, at teir síggja onga meining í at møta á fundi í landsstýrinum, nú landsstýrið hevur noktað fíggjarnevndini at hava fund í Løgtinginum. Teir sipa til, at teir hava heitt á forkvinnuna í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, um at kalla nevndina saman, har teir vilja hava formansval á skrá.

 

Men Ruth Vang vil ikki kalla nevndina saman, tí hon sigur, at samgongan skal ikki missa formansskapin í Fíggjarnevndini. Og fyrrenn tað er greitt, hvussu sleppast kann undan tí, verður eingin fundur. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, hevur eisini sagt, at tað er ein prinsippspurningur at varðveita formansskapin í Fíggjarnevndini

 

Og teir fýra nevndarlimirnir í andstøðuni geva landsstýrinum skyldina og siga, at landsstýrið leggur seg út í arbeiðið hjá Fíggjarnevndini. Tað er sjón fyri søgn, at fólkaræðið er sett til viks, tí samgonguleiðararnir ikki fáa mannað lið, og nú er fíggjarnevndin er tikin til gísla og alt arbeiðið steðgað, siga teir fýra.

 

– Samgongan setir persónsspurningar, og persónligt vald, hægri enn samfelagsins áhugamál. Og slík valdsmisnýtsla frá teimum, sum annars føra fram, at tey eru vald at fáa álit aftur á politisku skipanina, máar alt álit undan politisku skipanina.

 

Meirilutin í fíggjarnevndini heitir staðiliga á landsins leiðslu í fyrsta lagi um at taka annað skinn um bak, og at virða ein demokratiskan meiriluta. Og í øðrum lagi heita teir á løgmann um at at skriva út nýval.