Borin á lógvunum tá ið hann viltist umborð á Smyril

Tvey ára gamli Jónas setti Smyril á annan endan í gjárkvøldið, tá ið hann viltist umborð í Havn og endaði Suðuroy. Men tað gekk ikki long tíð áðrenn tann vælhýrdi smádrongurin hevði sjarmerað seg inn hjá manningini

Loyniferðamaður
 

Í gjárkvøldið gjørdi tvey ára gamli havnardrongurin eitt bragd sum bæði foreldur og omma hansara helst frábiðja sær, at hann ger einaferð afturat.
Jónas var við ommu síni niðri á bryggjuni í Havn beint áðrenn klokkan sjey í gjárkvøldið, tá ið Smyril skuldi til Suðuroyar.
Hann stóð og eygleiddi streymin av ferðafólki, sum fór umborð á Smyril, ið skuldi til suðuroyar og helst hava bæði forvitni og ævintýrhugur verið størri enn hann maktaði at standa ímóti, so áðrenn omman ella nakar annars vardi, hevði hann blandað seg uppí riðilin av ferðafólki og var endaður umborð á Smyrli, beint áðrenn hann loysti.
Ongin varnaðist nakað, fyrrenn ein reiðiliga nervøs omma ringdi umborð á Smyril at vita um ein smádrongur varð endaður umborð.
Ogt mikið rætt var. Tá ið skipið varð kannað, funnu tey ein lítlan drong, sum gekk einsamallur frammi í kafeteria. Tá hevði hann tveitt annan skógvin, men gekk hugagóður runt og kannaði støðuna.
Manningin kundi so boða frá aftur til lands, at Jónas var umborð og at alt stóð væl til.
Men Smyril hevði siglt eina góða løtu, so har var onki at gera, uttan at hann fylgdi við til Suðuroyar.
Men tey lovaðu at taka sær væl av honum og at hann nokk skuldi fáa tað gott, hóast tey í Havn stúrdu eitt sindur, tí hann hevði onga suttu og onga blæðu.
Og ivaðist manningin umborð á Smyrli, hvussu tað skuldi fara at gangast, fekk Jónas tey skjótt á betri tankar, tí tað gekk ikki long tíð, áðrenn tann glaði og vælhýrdi smádrongurin hevði sjarmerað seg inn allastaðni og hann oysti gávumildur um seg við mussum og klemmum til øll.
Umborð á Smyrli leið hann onga neyð, tí har var ein heilur hópur av ommum og abbum at varta hann upp, so har manglaði onki, hvørki matur ella drekka og hann fekk bæði blæður og suttu og bamsur at ugga seg við.
Um náttina svav hann hjá eini gentu, sum siglur við Smyrli og hann hevur havt tað so mikið gott, at hann vildi fegin verða verandi umborð.
Men tað hildu tey kortini ikki vera nakað gott hugskot, so tá ið Smyril kom á Havnina í morgun, mátti Jónas mynstra av um hann so vildi ella ikki.
 
Tað kemur av og á fyri, at fólk meiri ella minni villast umborð á Smyril. Serliga hendi tað onkuntið, tá ið bæði Smyril og Teistin sigldi og annar sigldi uttanlands. Tá kom onkuntíð fyri, at fólk, sum skuldi til Suðuroyar, endaði umborð á skipinum, sum sigldi uttanlands og hinvegin. 
 
 
 
Hóskvøldið spældi tvey ára gamli Jónas loyniferðamaður við Smyrli, men tað var skjótt, at tann glaði og vælhýrdi smádrongurin hevði sjarmerað seg inn hjá manningini og hann var gávumildur við mussum og klemmum til øll