Borgarstjórin í song við Fólkaflokkinum

Tað gongur sjón fyri søgn, at tað er Fólkaflokkurin, ið hevur fatur á langa endanum og stýrir á Vaglinum, sigur Marin Katrina Frýdal.

- Tað gongur sjón fyri søgn, at tað er Fólkaflokkurin, ið hevur fatur á langa endanum og stýrir á Vaglinum, sigur Marin Katrina Frýdal.

Marin Katrina Frýdal gevur býráðsmeirilutanum og borgarstjóranum av grovfílini í lesarabrævi í dag, har hon millum annað ákærir borgarstjóran fyri at vera farin í song Fólkaflokkinum. 

Á býráðsfundinum hóskvøldið hendi tað óvanliga, at ein býráðslimur var noktaður orðið, við Marin Katrina Frýdal vera við.

- Eftir at hava sitið í býráðnum í samfull 10 ár, má eg staðfesta, at eg ikki havi upplivað nakað meira ódemokratiskt enn tað, sum fór fram á býráðsfundinum hóskvøldið. Her beinleiðis noktaði borgarstjórin mær orðið, so eg kundi seta fram sjónarmið míni í tveimum málum, sum eg sjálv hevði biðið fáa sett á skrá. Ja, tú lesur rætt; eg fekk ikki orðið í mínum egnu málum. Grovari og meira ódemokratiskt kann tað neyvan verða, skrivar hon.

 

Les eisini Javnaðarflokkurin fongdur av dupultmorali

 

Hon nevnir eisini eitt annað dømi, har borgarstjórin skal hava avbrotið hana undir eini viðgerð og biðið hana seta seg niður.

- Frekari og ódemokratiskari atburð sum politikari havi eg ongantíð upplivað. Eg eri bæði málleys og skelkað.

Marin Katrina Frýdal ákærir tí Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð fyri at halda hánt um virði sum fólkaræði, talufrælsi, opinleika og javnrættindi, og hon spyr seg sjálva, hvat formaður floksins heldur um atburðin hjá sínum floksfeløgum á Vaglinum. 

Hon spyr tí, um nakað hald man vera í lyftinum hjá Javnaðarformanninum, Aksel V. Johannesen, um einki at hava við Fólkaflokkin at gera, tá tað eru júst Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, ið tyggja sær soleiðis á Vaglinum.

- Tað er ein sannroynd, at fólkaræði á Vaglinum er káma burtur og við einum borgarstjóra, sum einræðisharri stýrir býráðnum, uttan at hetta fær nakrar avleiðingar, skrivar Marin Katrina Frýdal at enda.