Borgarstjórin nýtti høvið at ynskja Klaksvíkar Hornorkestri tillukku við 60 ára føðingardegnum.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri takkaði Klaksvíkar Hornorkestri fyri tær mongu hugnaligu løturnar, orkestrið hevði veitt býnum ? ikki ber til at fyristilla sær eina norðoyastevnu uttan Klaksvíkar Hornorkestur.
Borgarstjórin takkaði fyri beinasemi, at Klaksvíkar Hornorkestur eftir háltalað orð stillaði upp til hópin av hátíðarhaldum og hetta gjørdu tey fegnin og við einum serligum hegni.
Síðani beyð Gunvá við Keldu hinum Hornorkesturunum vælkomnum ? í dag spældu:
1. Klaksvíkar Hornorkestur
2. Sørvágs Tónleikarafelag
3. Fuglafjarðar Hornorkestur
4. GHM
5. Tvøroyrar Hornorkestur
6. Nes Sóknar Musikfelag
7. Eiðis Ljómfelag
8. Havnar Hornorkestur
Tá íð borgarstjórin hevði sett seinna dagin av Musikkstevnuni, sum var í Badmintonhøllini, tók Magnus Arge orðið og handaði heiðurstekin til Otto Samuelsen og Sámal Christiansen, sum vóru fyri á fyrsta degi, tá ið Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað ? 5 mei 1950. Eisini fekk Alex Sólstein heiðurstekin sum kom uppí, stutt eftir at orkestrið varð stovnað.
Gullnálir vórðu latnar til Øssur Hentze, Finnur Hansen, Hera Ellingsgaard (formaður) og Petur Eliasen ? fyri at hava verið við í Klaksvíkar Hornorkestri í meir enn 20 ár.
Klaksvíkar Hornorkestur legði fyri við einum marsji, sum sett alt í respekt og greiddi frá, at knotir enn eru í góða 60 ára gamla orkestrinum. Tekniskt torførir smálutir og góð styrkisbroyting.
- Men tá ið teir blaðaðu upp í »Reyðu bók« og spældu »Prísa, sál mín, himladrotti« kom ein almáttugur fløvi við tí serliga eyðkenda klangi, sum Klaksvíkar Hornorkestur hevur ? sera væl samanspælt, sum bert áralangt samspæl kann heysta búnan gróður av. Serstakliga vakurt, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Í kvøld verður stórt hátíðarhald í Badmintonhøllini, har føðingardagsbarnið, Klaksvíkar Hornorkestur hevur boðið til Musikstevnuveitslu og 60 ára føðingardagsveitslu.