Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, borgarstjóri í Reykjavík, fer at leggja frá sær sum borgarstjóri 1. februar. Stutt fyri jól boðaði hon frá, at hon hevði tikið avgerð um at stilla upp til Alþingsvalið í ár, sum kandidatur fyri Samfylkingina. Hon stillar upp á einum ótryggum plássi, sum krevur stóran stuðul í valdøminum í Reykjavík fyri at hon skal hava vón um at verða vald. Í meirilutanum í býráðnum í Reykjavík eru limir úr Samfylkingini, ein vinstra-grøn samgonga saman við Framsóknarflokkinum, sum eisinni situr í stjórnini í Íslandi. Býráðslimirnir úr Framsóknarflokkinum noktaðu at góðtaka, at Ingibjörg Sólrun stillaði upp. Í valstríðnum skal hon stríðast móti Halldór Ásgrímsson, sum er formaður í Framsóknarflokkinum.
Ingibjörg Sólrun segði, at eingin kann taka frá henni rættin at stilla upp til Alþingið. Fyri at bjarga meiriluta í býráðnum í Reykjavík valdi hon tí at fara frá. Býráðið í Reykjavík hevur valt Þórólf Árnason sum nýggjan borgarstjóra. Hann situr í løtuni ikki í býráðnum, men hevur til fyri stuttum stjórnað telefonfelagnum, Tal.