Í gjár seinnapartin fekk Annika Olsen, borgarstjóri, vitjan av borgarstjóranum í Forssa í Finnlandi, ið sæst høgrumegin á myndini.
Jari Kesäniemi og konan Sanna Kesäniemi vitja í Føroyum saman við fólki, sum umboða vinnu og fjølmiðlar.
Annika Olsen greiddi frá støðuni í Havnini, gongdina í fólkatalinum og fíggjarstøðuni sum heild. Hon kunnaði eisini um avbjóðingar og møguleikar fyri framman.
Borgarstjórin í Forssa kunnaði somuleiðis um býin Forssa. Eisini umrøddu tey felags samstarv innan grøna økið, grønar loysnir og umhvørvið, sum er teirra vørumerki.
- Talan var um ein sera góðan og gevandi fund, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Við á ferðini úr Forssa vóru umleið 30 fólk úr vinnulívinum í Forssa. Tey fingu eisini eina framløgu í posthúskjallaranum.










