Borgarstjórin fegnast um greiða meirilutan

Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, fegnast um, at borgararnir í kommununi talaðu sítt greiða mál á fólkaatkvøðuni hósdagin.

Tað vóru 81 prosent av veljarunum, sum atkvøddu ímóti kommunusamanlegging.

- Her er einki ivamál, tí støðan er greið. Tað gevur vónandi arbeiðsfrið. Prátið um kommunusamanlegging hevur órógva okkara arbeiðið í nógv ár, tí eingin visti, hvat fór at henda. Nú verður friður at røkja okkara egnu kommunu. Vit samstarva væl við aðrar kommunur, og tað fara vit framhaldandi at gera, sigur Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu.

Í dag er bátafestivalur á Toftum, og tað er frálík lýsing fyri kommuna, heldur borgarstjórin.

- Bátafestivalurin er av sonnum vorðin stevnan hjá toftafólki. Hetta er ein stórur dagur hjá okkum, sigur Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu.