Hvørja ferð skip eru handlað, so eru somu skip minkað í virði, meðan teir sum hava ognað sær skipini, hava verið noyddir at gjalda meira og meira fyri fiskiloyvið.
Hettar veit ein og hvør.
Og harafturat hevur tað verið ein góð forætning, at eigarar av gomlun skipum, ístaðin fyri at loysa frá bryggju, hava selt fiskidagarnir til aðrar. Hetta tyngir sjálvsagt uppaftur meira um raksturin hjá teimun, sum er í vinnu.
Eg skal garantera fyri, at um tað vóru greiðar reglur ídag, har tað ikki var loyvt at selja sjálvt fiskiloyvið, so hevði trolarin Vesturvón framvegis verið heimahoyrandi í Sørvági. Hinvegin so skilir ein sera væl, at støðan sanniliga ikki er hugalig hjá teimum monnum, sum hava goldið fyri ikki bara skipið, men eisini fiskiloyvi. Og sjálvsagt er tað eingin politikkari, sum er áhugaður í at gera støðuna verri hjá teimun.
Annars má tað sigast at vera lagnunar speisemi, at meginparturin av hotelvirkseminum her á landi hevur tilknýti til fiskivinnuna, og tað havi eg sum so einki ímóti.
Sambært fjølmiðlunum so er ein av stóru partaeigarnum í Atlantic Airways og Atlantic Petroleum eisini nær knýttur at okkara fiskivinnu, og tað havi eg sum so heldur einki ímóti. Tað, sum er eitt sindur margháttligt, er, at hvørja ferð orðaskifti stingur seg upp um, at landskassin skal kunna fáa eitt lítið avgjald fyri tað fiskiloyvi, sum er fólksins ogn, so eru altíð røddir frammi um, at eitt avgjald vil beina fyri okkara fiskivinnu.
Sjálvsagt er tað politiskt eingin sum helst meining í at taka avgjald frá einum skipabólki, sum gevur hall, tí tá er einki at taka av. Men tað eru hóast alt skipabólkar, sum seinastu nógvu árini tíbetur hava havt eina rímiliga úrtøku, bæði fyri manning og skip. Avleiðingarnar av førda fiskivinnupolitikkinum og lækkandi fiskaprísum verða tíverri at fleiri skip ikki hóðra undan, men fara undir tvingsilssølu.
Spurningurin er so, um landskassin saman við fíggingarstovnunum kundi funnið eina loysn, soleiðis at tey skip og loyvir, sum fara undir eina tvangssølu, verða niðurkapitaliserað, soleiðis at komandi eigarar, ella fyri tann skuld somu eigararnir, fáa skipini aftur við tí treyt, at fiskiloyvið er ogn Landsins.