Borgarafundur segði nei

Vestmanna kommuna skipaði í kvøld fyri borgarafundi um vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging.

Fólk, sum vóru á fundinum, siga, at tað var eitt samt kommunustýri, sum mælti fólki til at siga nei á vegleiðandi fólkaatkvøðuni, og somu ásoðan høvdu øll tey, ið tóku orðið á fundinum.

At siga nei á fólkaatkvøðuni, er tað sama sum at siga nei til kommunusamanlegging, var eitt av argumentunum á fundinum, og eingin av fundarluttakarunum sóu nakran fyrimun í at leggja saman við Tórshavnar kommunu, hvørki fíggjarliga ella í tænastuveiting.

Tað er væl møguligt, at spurningurin um samstarv við aðrar kommunur einaferð gerst aktuellur, men so verður støða tikin til hetta tá, var ein av niðurstøðunum á borgarafundinum í Vestmanna í kvøld.