Bæði føroyameistarin hjá monnum og kvinnum eru úr felagnum Streymi. Hjá kvinnum er Paula Eikhólm føroyameistari, meðan Jákup Hansen er føroyameistari hjá monnum.
Hesi bæði bjóða nú øllum áhugaðum av at royna seg móti teimum.
Kappingin er skipað á tann hátt at kvinnuligir avbjóðarar spæla móti Paulu, meðan mannligir avbjóðarar spæla móti Jákupi. Føroyameistarnir spæla bara eitt sett móti hvørjum avbjóðara. Tann, sum vinnur flest bóltar, móti føroyameistarunum vinnur kappingina. Ella um onkur klárar at vinna á teimum.
? Øll, sum vilja, eru vælkomin at dystast móti okkum, sigur Paula Eikhólm.
Sjálv nýtir hon nógva tíð at spæla borðtennis, og hon venur eisini onkur av teimum yngru liðunum. Í Streymi eru tilsaman 31 sum spæla borðtennis.
Borðtenniskappingin á Sundalagsstevnuni verður í tjaldinum sunnudagin kl. 15.