Í kvøld klokkan 20 - føroyska tíð - skal KÍ royna at vinna seg í Play Off umfarið til bólkaspælið í Europa League.
Mótstøðuliðið á útivølli í Bosnia Hersogovina er Borac Banja Luka. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu við sær til returdystin í Bosnia Hersogovina.
Vinnur KÍ ein samlaðan sigur á Borac Banja Luka eru teir garanteraðir bólkaspæl í heyst.
Borac er favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin í øllum hitanum í Banja Luka í kvøld.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Borac Banja Luka eru 1,65.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði givið KÍ ein samlaðan sigur eru 3,80.
Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 4,95.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##