Bora nú í norska partinum av Norðsjónum

Nú er fariðð at bora Butch East leitibrunnin í norska partinum av Norðsjónum.

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at nú er fariðð at bora Butch East leitibrunnin, har Faroe Petroleum eigur 15 prosent. Hesin er tann fyrri av tveimum brunnum, ið verða boraðir hvør eftir annan á leitiloyvinum PL405/PL405B. Centrica er fyristøðufelag.

 

Butch East brunnurin liggur tætt við Butch fundið í norska partinum av Norðsjónum, sum felagið var við til at finna í 2011. Havdýpið, har borað verður, er umleið 65 metrar, og brunnurin liggur skamt frá týðandi undirstøðukervi, og nær við framleiðslueindirnar Ula, Tambar og Gyda.

 

Butch fundið (Faroe 15%), sum Centrica eisini er fyristøðufelag fyri, varð funnið seint í 2011 og hevur týðandi nøgdir av lættari olju. Eftir at Butch fundið bleiv gjørt, so hevur fyristøðufelagið keypt nýggjan og sera góðan seismikk, sum hevur verið brúktur til at leggja tilrættis hesar báðar leitibrunnarnar, sum verða boraðir á tí eystari og á landsynning partinum av Butch salt strukturinum, har ikki fyrr er borað.

 

Centrica arbeiðir við eini útbyggingarætlan fyri Butch fundið samstundis sum Butch East og Butch South West brunnarnir verða boraðir.

 

Centrica er fyristøðufelag (40%) og nýtir Maersk Giant boripallin saman við oljufeløgunum Suncor Norge AS (30%) og Tullow Oil Norge AS (15%), sum eisini luttaka í boringini.

 

Graham Stewart, forstjóri sigur, at Butch East leitibrunnurin er tann fyrri av tveimum brunnum, sum verða boraðir hvør eftir annan, og eru hesir uppfylgingarbrunnar til Butch fundið frá 2011. Um Butch East verður eitt fund, verða týðandi nøgdir lagdar afturat Butch høvuðsfundinum.

 

Butch East er triði brunnurin, sum verður boraður sambært okkara stutttíðar leitiætlan uppá 6 brunnar. Hettar er ein spennandi ætlan við einum týðandi fundi á Snilehorn, sum boðað varð frá í seinasta mánaða. Ætlanin heldur fram við Novus brunninum, sum eisini verður boraður nú, tætt við Heidrun fram- leiðslueindina. Afturat hesum brunnum verða Solberg og Pil leitimiðini boraði í Norskahavinum.

 

Við týðandi loyvispartum og einari góðari portfølju, sum strekkir seg yvir loyvir í norska partinum av Norðsjónum og norska partinum av Barentshavinum, hevur Faroe Petroleum eitt gott grundarlag fyri at skapa týðandi virðir til partaeigararnar við leiti- og metingarbrunnum, sigur hann