Oljufelagið Statoil hevur gjørt av at bora ein nýggjan brunn, sum samstundis verður tann longsti, sum nakrantíð er boraður í Norðsjónum.
Statoil ætlar at vinna olju í Gulltopp-fundinum, har olja er staðfest, men felagið ætlar bora brunnin við einum palli, sum stendur á Gullfaks-leiðini. Tað eru tíggju kilometrar ímillum Gullfaks og Gulltopp, og ein so langan brunn hevur einki felag borað í Norðsjónum fyrr. Kortini fer boringin ikki at kosta meiri enn 300 milliónir norskar krónur.
Men vansar eru, tí sambært Bergens Tidenhde er tað ein stór avbjóðing at bora tíggju kilometrar vatnrætt, og í Statoil ásanna tey eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki. Eydnast boringin hinvegin, ætlar felagið at nýta somu mannagongd við nøkrum øðrum fundum á somu leið.










