Borðtennissamband Føroya 25 ár

Í samband við at liðin eru 25 ár síðani BTSF varð sett á stovn, verður skipað fyri jubilæumskapping í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 12. mars kl. 13.00

Kappast verður í ein - og tvímansleiki í øllum deildum hjá bæði gentum og dreingjum, og sum nakað serligt, so verður eisini høvi hjá fyrrverandi leikarum at verða við. Hetta verður skipað soleiðis, at møguleiki verður at luttaka í deildunum Old Girls og Old Boys, sum eru fyri leikarar yvir 35 ár. Tilmelding er ikki neyðug, so øll eru vælkomin.

Við ítróttarkvøðu BTSF