Bono vitjaði í Danmark

Írski sangarin Bono vitjaði mánadagin í Keypmannahavn. Sangarin í bólkinum U2 var ikki komin til Danmarkar at syngja, men hinvegin at halda ein fyrilestur um handilsforðingar hjá menningarlondunum.

 
 Bono helt ein fyrilestur fyri donskum vinnulívsfólk í konsertsalinum í Tivoli, og eftir fyrilesturin fór hann beinleiðis av landinum aftur.