Bonkurin er nýggjur

Í dag fer Heðin Askham fyri fyrstu ferð at sita á beinkinum hjá EB/Streymi.

Í fyrsta dystinum eftir finalutapið á Ólavsøku fær EB/Streymur vitjan av KÍ. Allir spælararnir eru tøkir hjá nýggja venjaranum, eisini liðformaðurin Egil á Bø, sum ikki spældi við í steypafinaluni, tí hann var givin.

Todi Jónsson verður ikki við í KÍ ferðalagnum í dag. Hann er skaddur og er ikki komin heim úr Danmark. Vinstri vongverjin, Jógvan Isaksen, er leikbannaður.

Jákup Mikkelsen varð vøddaskaddur í lærinum undir venjing týskvøldið. Tá sá tað ógvuliga svart út fyri, at hann kundi spæla í dag, men í gjár ljóðaði úr Klaksvík, at landsliðsmálverjin fer at royna. Alternativið er 17 ára gamli Eilif Arge.

Alexander Djordjevic er burturstaddur, so tað verður Eyðun Klakstein, sum í dag fer at hava ábyrgdina á KÍ beinkinum.