Bókmentafestivalur í Keypmannahavn

Felags norðurlendskur bókmentafestivalur verður í Keypmannahavn síðst í apríl.

Ein nýggjur danskur festivalur fyri norðurlendskar bókmentir sær dagsins ljós á fyrsta sinni, hósdagin 24 – 26 apríl. Festivalurin, sum verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, kallast TXT.VILLE, og er sprottin úr ynskinum um at styrkja samrøðuna tvørtur um Norðurlendsku landamørkini.

 

Skráin savnar seg um nýggjastu rákini í norðurlendsku bókmentunum, og bjóðar til felags samrøðu um hesar.

 

Við eini røð av workshoppum, pallborðsfundum og upplestrum er møguleiki fyri at fáa eitt gott innlit í, hvat fer fram í teimum ymisku norðurlendsku londunum – og sjálvur taka lut í kjakinum.

 

Festivalurin hevur lagt serligan dent á tey nógvu smáu forløgini og tíðarritini, sum seinastu árini eru sprottin í teim norðurlendsku londunum. Fyriskipararnir meta, at tað er her, at mann finnur sterkastu leiðbeiningarnar tvørtur um norðanlond. Og tað er her, ein møtir teim mest hugkveikjandi sjónarmiðunum um framtíðina hjá bókmentunum.

 

Millum luttakararnar, eru seks føroyingar, ið fara at lesa upp og spæla tónleik. Teir eru, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang, Daniella Andreasen, Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Petur Pólsson.

 

Skrá sæst her: www.txtville.net