Bogi vil gloyma keyp av bygningum

- Tað gevur ikki meining at keypa ein bygning fyri líka so nógv, sum ein nýggjur kostar at byggja, sigur Bogi Andreasen.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tað, sum eg minnist best frá árinum, sum fer, er, tá vit sum familja vóru í Italia saman við vinfólki í 14 dagar. At kunna flúgva úr Føroyum til Milano og at uppliva Italia upp á fleiri mátar var fantastiskt. Tá eg kom heim aftur, sat eg við einari kenslu av, at eg kundi hugsað mær at fingið meir av Italia.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Tað er ringt at velja eina ávísa uppliving fram um aðra, tí eg havi eitt sera fjøltáttað og spennandi lív.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu fall mær í lut at taka støðu til at keypa bygningarnar hjá BankNordik til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Tað er lætt at vera bakklókur, men tað gevur ikki meining at keypa ein bygning fyri líka so nógv, sum ein nýggjur kostar at byggja. Uff, uff -  hetta vil eg gloyma.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Eg ynski meira tíð og fleiri upplivingar saman við mínari familju í 2014, sigur Bogi Andreasen.