Bogi og íslendski makkarin vunnu Tórshavn Bridgefestival

Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson vunnu fyrstu Tórshavn Bridgefestival kappingina

Á fyrsta sinni er Tórshavn Bridgefestival kappingin avgreidd.

 

Tórshavn Bridgefestival hevur verið á Østrøm í Havn ígjár og í dag, har 50 bridgepør hava kappast. Bridgespælarar úr Føroyum, Íslandi og Danmark hava kappast. 

 

Vinnarar av kappingini gjørdust Bogi Simonsen úr Havn og Bjarni Hólmar Einarsson úr Íslandi. Miðlahúsið ynskir Boga og Bjarna tillukku við at gerast fyrstu vinnararnir av Tórshavn Bridgefestival.

 

Nummar tvey gjørdust Dánjal Pauli Mohr og Heðin Mouritsen úr Havn. Nummar trý gjørdust Daniel Ortmann og Simon Ortmann úr Danmark.

 

Tórshavn Bridgefestival verður aftur komandi ár. Tá verður kappast dagarnar 6. og 7. mars.