Bogi og Inga skulu hava tríburar

– Eg eri nústani nú byrjað at fanga tað ordiliga, hóast eg havi verið í skannaranum fleiri ferðir, har eg síggi, hvussu tey vaksa, og hvussu gott tey hava tað. Tað er tó kortini torført at skilja, og eg vænti, at eg fari at fanga tað ordiliga, tá tey eru fødd, sigur 32 Inga Thomsen, sum gongur við tríburum. Frammanundan eiga hon og maður hennara Bogi Thomesen eina dóttir, sum verður tvey ár í august

Várið 2020 – tá koronasmittan legði so at siga allan heimin fyri fót - fer uttan iva í heimssøguna. Í komandi tíðum fara vit at minnast aftur á hesa tíðina, og ta ávirkan hon hevði á bæði mannalív, heilsu og búskapin. Men hjá Ingu og Boga Thomsen í Fuglafirði hevur várið á allar mátar verið ógloymandi. Parið var nýliga flutt í nýumvæld hús saman við skjótt tvey ára gomlu dóttir teirra Talitu, brúdleyp stóð fyri framman, og Inga hevði júst funnið útav, at hon aftur var við barn.

So kom søguliga Grækarismessan, tá løgmaður setti føroyska samfelagið niður í ferð – tilmælini um at savnast í stórum bólkum vórðu herd, beint áðrenn brúdleypið skuldi standa, og parið fekk teirra lívsins sjokk í skannaranum somu vikuna, tá læknin fyrst sá eitt fostur, síðani eitt næsta og so eitt triðja. Nú hevur skelkurin lagt seg, brúdleypið er av, og tey gleðast um, at tey um stutta tíð fara frá at vera trý til at verða seks.

Fakta:
Tøl frá Hagstovuni vísa, at tað er tað komið fyri fýra ferð síðani 1985, at tríburar eru føddir í Føroyum.

  • 1990 tvær gentir og ein drongur
  • 1990 tríggjar gentir
  • 1999 tríggir dreingir
  • 2004 ein genta og tveir dreingir

Les alla samrøðuna við Boga og Ingu í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her