Næsta kappingin í Battle of the North var at toga ein lastbil. Bilurin stendur í 4. geari, og hann skuldi togast 15 metrar eftir breytini, ið er løgd eftir gólvinum í høllini.
Myndir frá kappingini síggjast HER
Roknað varð við, at hetta var ein kappingargrein, sum hóskaði væl til Boga Hammer, og hetta vísti seg eisini at halda. Væl stuðlaður av fullsettu høllini togaði Bogi bilin teir 15 metrarnar upp á góð 38 sekund. Tað var einans íslendski Haftur, sum gjørdi hetta skjótari.
Haftur er nú á odda í kappingini saman við enska Laurence. Bogi Hammer er nú nummar fýra í samlaðu støðuni.
Truck-pull
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,5,
Bogi Hammer (FR), 38,03
Laurence Shahlaei (UK) 40,38
Nicolai Hansen (DK), 45,69
Sebastian Davidsson (SVØ), 50,66
Ole Martin Hansen (NOR) 61,47
Samlaða støðan
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 9
Laurence Shahlaei (UK) 9
Sebastian Davidsson (SVØ), 8
Bogi Hammer (FR), 6
Nicolai Hansen (DK), 5
Ole Martin Hansen (NOR) 5
Hinar kappingarnar
Tyre-Flip
Sebastian Davidsson (SVØ), 28,94 sek
Laurence Shahlaei (UK) 30,26
Ole Martin Hansen (NOR) 31,41
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 32,31
Nicolai Hansen (DK), 36,22
Bogi Hammer (FR), 36,50










