Bogi Eliasen, sum er verkætlanarleiðari í FarGen, er valdur í nevndina hjá evropiska elitugranskingarstovnurin í ílegum, European Bioinformatic Institute í Cambridge.
Tey hava heitt á Boga Eliasen um at taka sæti í teirra ráðgevaranevnd fyri útbúgving. FarGen og EBI hava longu samstarvað um trý skeið, sum hava verið í Føroyum seinasta hálva árið, eins og topgranskarin frá EBI Paul Flicek situr í vísindaráðgevarabólkinum fyri FarGen.
EBI er partur av EMBL, The European Molecular Biology Laboratory (EMBL) sum verður mett millum fremstu granskingarstovnar í heiminum, og er evropeiska flagskipið tá talan er um heilsuvísind. EMBL er bygt á eitt samstarv millum 20 lond, sum eru vesturevropeisku londini, Ísrael og Croatia og er ein sonevndur non-profit felagskapur. Meira um EBI sæst á http://www.ebi.ac.uk