– Ja, tað er neyðugt at vísa á vandan, tí vit halda mangan, at skaðin rakar grannan?
Tað sigur Fríðálvur A. Jensení Havn, sum á hvørjum ári sendir út góð ráð at tryggja seg ímóti eldi.
– Í fyrru helvt av 90'unum var alt hetta viðvíkjandi fyribyrging ikki tað stóra, men vit vóru nøkur, sum veruliga vildu fáa boðskapin út til borgararnar.
– Eg leggi onki í, um onkur vil siga, at nú er hann aftur við hesum, men onkursvegna SKAL hetta sigast upp í saman, tí vit hava lyndi til at gloyma og ikki síggja tørvin ella vandan, sigur Fríðálvur Jensen.
– Tað eru nokk ikki nøkur hagtøl, men eg trúgvi og vóni, at hetta arbeiðið hevur bjargað onkrum, sigur hann.
Ráðini eru hesi:
- Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum og skiftið battarí í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.
- Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
- Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
- Havið eina hondlykt – t. d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
- Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
- Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
- Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
- Nýtið altíð eldfastar stakar.
- Tað er skilagott at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o. a. eru tendrað.
Gevið gætur:
- Ansað VÆL eftir, at vatn ikki verður stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
- Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
- Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
- Er eldur komin upp undir eymhettuna má ein tryggja sær, at eldurin ikki er farin víðari.
Fýrverk:
- Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t. d. rørbumbur o.a.
- Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
- Nýt trygdarbrillur!