Børnini skulu ikki revsast fyri barnapening

Nøkur hálvvaksin børn noyðast at rinda skatt av tí at foreldrini fáa barnapening

Hálvvaksin børn skulu ikki revsast fyri tað um tann av foreldrunum, barnið býr hjá, fær barnapening frá hinum foreldrinum.

 

Tað heldur javnaðarflokkurin.

 

Flokkurin sipar til tey børn, har tann av foreldrunum, barnið býr hjá, fær hækkaðar barnapening.

 

Her er talan um stakar uppihaldarar sum, umframt vanligan barnapening, eisini fáa hækkaðan barnapening frá tí av foreldrunum, sum ikki býr saman við barninum.

 

Hesin hækkaði barnapeningurin verður útgoldin sum vanlig inntøka í navninum á  barninum.

 

Øll børn og ung hava skattafríkort á 30.000 krónur um árið, so at tey ikki rinda skatt, um tey arbeiða nakrar tímar eftir skúlatíð.

 

Men av tí, at hækkaða barnagjaldið verður útgoldið í navninum á barninum, telur tað við á fríkortinum.

 

- Avleiðingin er, at børn, hvørs foreldur fáa hækkað barnagjald, rinda mangan skatt av inntøkuni, ta ið tey arbeiða nakrar tímar eftir skúlatíð.

 

Nú hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækkaði barnapeningurin til stakar uppihaldarar, skal ikki telja við í skattafríkortinum hjá barninum.

 

Flokkurin staðfestir, at stakir uppihaldarar eru tann samfelagsbólkur, sum er ringast fyri fíggjarliga.

 

- Her er sostatt í mongum førum talan um familjur, har tað er neyðugt, at  børnini arbeiða eftir skúlatíð.

 

Javnaðarflokkurin sigur, at í fjør var talan um eini 50 børn, sum eru í skipanini við hækkaðum barnapeningi.

 

Í øllum hesum førum var tað pápin, ið rindaði mammuni hækkað barnagjald.