Boðar frá nógvum vindi

Veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá heldur ófantaligum veðrið næstu dagarnar. Serliga um vikuskiftið kunnu vit vænta nógvan vind, upp í 24 metrar um sekundi.

 

 

Dagurin í morgin verður tó heilt hampiligur, tí tað verður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin fer at liggja millum 13 og 16 stig.

 

 

Fríggjadagin fyrrapart veksur vindurin, og seinnapartin verður skrið ella stormur. Leygardagin verður framhaldandi nógvur vindur, millum 19 og 24 metrar um sekundi.

 

 

Hoyr Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar við at trýst á pílin undir myndini.