Fyrrverandi maðurin hjá Whitney Houston, Bobby Brown, er aftur nú nógv frammi í miðlunu. Enn einaferð er orsøkin hansara rúsevnismisnýtsla, sum ikki altíð hevur verið uttanfyri sjónarvíddina hjá løgregluni.
Nú er so galið aftur. Talsmaðurin fyri sakføraraembæti í Los Angeles City, Frank Mateljan, hevur fortalt E! nýggjheitunum, at fyrrverandi sjeikurin hjá Whitney Houston, sangarin Bobby Brown, er blivin dømdur til at sita í fongsli í 55 dagar.
Dómurin kemur av rúsdrekkakoyring, og so eisini av tí sannroynd, at koyrikoyrtið hjá Brown bleiv fyribils gjørt ógildugt av fyrrverandi brotsverkum. Eisini skal Bobby Brown gjalda 500 dollarar fyri misbrot, og má síggja fram til 18 mánaðar í avvenjing fyri hansara misnýtslu.
Í framtíðini skal Bobby Brown venja seg við at blása í eina sprittballón, sum verður sett inn í hansara bil. Bilurin hjá honum fer ikki at kunna koyra, uttan hann hevur alkoholfrían anda.
Skrivað hava Arnborg og Jakoba, sum eru í starvsvenjing í Miðlahúsinum.