Halla Samuelsen, Forkvinna í sosiala nevnd Tórshavnar býráðs
---------
Býráðið hevur nú endaliga samtykt sjóvarhitaskipanina til Boðanesheimið. Hetta er slóðbrótandi orkuskipan, har ikki ein dropi av dálkandi olju verður nýttur til at hita heimið við.
Nógv fokus hevur verið á, um sjóvarorkan loysir seg fíggjarliga ella ikki. Víst dýrkaði ætlanin nógv, men eg skilji ikki sjónarmiðið hjá minnilutanum í býráðnum, at fíggjarliga nyttan altíð skal ganga fram um náttúru- og umhvørvisatlit.
Hvussu oljuprísurin hættar sær komandi 15-20 árini er trupult at siga, og tí kann so væl vera, at skipanin lønar seg væl innaftur kortini.
Sjóvarhitaskipanin er rein og umhvørvisvinarlig, og tað kann ikki gerast upp í pengum aleina. Vit hava ábyrgd fyri komandi ættlarliðum, og eg fegnist tí um, at meirilutin tók røttu avgerðina.
Næsta stig
Øll, sum hava sína gongd yviri við Strond, síggja, at skjótt er allur bygningurin innilokaður.
Næsta stig hjá kommununi er at fáa sett leiðara og starvsfólk til Boðanesheimið. Roknast skal við, at eini 80-100 fólk skulu starvast á heiminum.
Henda tilgongd byrjar um nakrar vikur, tí nógv skal skipast og fyrireikast, áðrenn fyrstu búfólkini kunnu flyta inn í oktober.
Eldraíbúðir
Øllum er greitt, at stórur tørvur er á Boðanesheiminum til tann bólkin av eldri, sum er ringast fyri.
Kommunan arbeiðir eisini støðugt við at fjøltáttað og betrað íbúðarsamansetingina, herundir at fáa til vega eldraíbúðir til teirra, ið kunnu klára seg sjálvi í hóskandi íbúð møguliga við stuðli frá heimahjálp.
Kommunan hevur eisini væl virkandi ráðgeving og venjingar til eldri, so at tey sjálvi støðugt kunnu halda heilsustøðuna við líka. Hetta arbeiðið, sum Heilræði ger millum og fyri tey eldri, hevur tí alstóran týdning eisini við atliti at minka um røktarheimstørvin og tí betri tryggja teim eldru góð ellisár i egnum heimi.










