BMI hjá skúlanæmingum kannað

Á økjum, sum viðvíkja heilsustøðuni hjá føroyskum børnum og ungum, har ongi granskingarúrslit fyriliggja, verður støðið aloftast grundað á gransking frá hinum norðurlendsku londunum.

Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning almannakunngera nú eina kanning av føroyskum skúlabørnum, sum lýsir heilsustøðuna hjá teimum í mun til BMI og rørslur.

Allar kanningarnar eru gjørdar av heilsufrøðingum í Gigni og umfata allar skúlar í Føroyum, skúlaárini 2004/2005 og 2010/2011. Frágreiðingin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum.

Greiningin í hesi frágreiðing vísir, at ein lutfalsliga stórur partur av dreingjunum í 1. flokki eru feitir ella hættisliga feitir. Í 1. flokki í 2004/2005 vóru góð 26% av dreingjunum feitir ella hættisliga feitir. Støðan í 2010/2011 er eitt sindur frægari, tá vóru 21,4% av dreingjunum feitir ella hættisliga feitir.

Støðan hjá gentunum í 1. flokki er eins álvarslig og hjá dreingjunum. Í 2004/2005 vóru 24,8% av gentunum í 1. flokki feitar ella hættisliga feitar. Í 2010/2011 vóru tølini eitt sindur lægri, tá vóru 22,9% av gentunum í 1. flokki feitar ella hættisliga feitar.

Tá hugt verður at BMI tølunum hjá dreingjum og gentum í 7. flokki í 2010/2011, t.v.s. dreingjum og gentum um 14 ára aldur, so er støðan tann sama í 7. flokki sum í 1. flokki: Ein munandi partur av dreingjunum og gentunum eru feit ella hættisliga feit.

Av dreingjunum í árganginum 7. flokki í 2010/2011 vóru 25,0% feitir ella hættisliga feitir, og av hesum vóru 7,5% hættisliga feitir. Í árganginum í 7. flokki í 2010/2011 vóru 25,2% av gentunum feitar ella hættisliga feitar, og av hesum vóru 5,0% hættisliga feitar.

Umframt trupulleikan við yvirvekt ella fita, so er tað eisini ein vaksandi trupulleiki at alsamt fleiri ung eru ov kløn, tvs. at tey hava eitt BMI-tal, sum er ov lágt.

Hjá dreingjunum vóru 5,2% ov klænir, meðan tað hjá gentunum vóru heili 7,3%, boðar Gigni frá.