Leygarkvøldið verður konsert í Töting í Syðrugøtu.
Garvaðu blues-rockararnir úr Froðbiar Sóknar Blues Orkestur hava saman við Sleepless Ghosts og Óvita Blues Band hvør sína framførslu, og verður lagt upp til jólahugna við holukøkum og tí, sum hartil hoyrir.
Meðan Froðbiar Sóknar Blues Orkestur telur fleiri garvaðar tónleikarar, so eru hini bæði nøvnini nakað yngri. Óvita Blues Band spælir fyri tað nógva blues-løg hjá kendum útlendskum nøvnum, og hetta er fyrsta ferðin, at teir framføra í Töting.
Sum vinnarar av Sement-tónleikakappingini í 2012 gava Sleepless Ghosts longu gjørt um seg, og eingin ivi er um, at ungu menninir í bólkinum nú veruliga vilja sláa sítt navn fast.