Yvirskot hvørvur av sær sjálvum
Tað, sum víst verður á, er, at tá eitt land fær yvirskot í sínum samskifti við umheimin, koma fleiri pengar inn í landið enn tað fara úr tí. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at fleiri pengar eru í einum landi í mun til mongdina av vørum og tænastum, hægri gerast prísirnir, og vit fáa inflatión. Tey, sum liva av lønarinntøku síni, mugu tí fáa hægri løn fyri at sleppa undan hungri og halli. Hetta ger tað dýrari at framleiða í landinum. Tá loysir tað seg betri at keypa útlendskar vørur enn tær dýru heimagjørdu, og útflutningsvinnurnar verða ikki kappingarførar á heimsmarknaðinum.
Úrslitið er, at tað yvirskot, landið hevur í sínum samskifti við umheimin, minkar og at enda hvørvur. Landið verður verri fyri enn frammanundan, og kemur ein kreppa, kann skjótt neyð standast av.
Øðrvísi er, um eitt land hevur hall. So gerast vørurnar bíligari. Eingin orsøk er at seta lønirnar upp, og framleiðslan kann seljast í kapping við ta dýru útlendsku framleiðsluna. Fólk noyðast at taka seg saman fyri at sleppa undan hallinum, og tað blómandi vinnulívið lyftir alt samfelagið upp á eitt hægri støði.
Lond gerast fátæk av ovurinntøkum
Hesin grundleggjandi økonomiski veruleikin er eisini galdandi, um orsøkin til eitt yvirskot er tann, at eitt land fær óvæntaðar inntøkur t.d. av olju, fiskatilfeingi ella av blokki.
Hesir umrøddu amerikonsku økonomarnir høvdu kannað, hvussu tey lond kláraðu seg, sum høvdu fingið oljuinntøkur. Søgan er alla staðni tann sama: Stórar inntøkur uttanifrá er vissi vegurin til afturgongd!
Tað einasta limalandið í OPEC, sum yvirhøvur hevur nakra økonomiska framgongd, er Indonesia, har oljan bert er ein lítil partur av heildarinntøkuni. Og er Indonesia tann økonomiska fyrimyndin, so er nakað spinnandi galið.
Sjálvt Noreg, sum hevur dugað óvanliga væl at húsast við oljuinntøkum sínum, hevur í dag einki kappingarført vinnulív av týdningi. Tað kann yvirhøvur ikki samanberast við Finnland, sum hvørki hevur inntøkur av fiski ella olju, men altíð hevur goldið sína skuld. Tað er einasta land í heiminum, sum hevur goldið hvørt oyra av skuldini eftir seinna heimsbardaga, og teir eru í dag fremstir í PISA. Ein av teirra fyritøkum framleiður eina vøru, sum ikki var til fyri tjúgu árum síðani. Í dag hevur henda fyritøkan so stórar inntøkur av útflutningi, at hon veitir triðingin av heildarútflutningunum (Nokia).
Singapore og Føroyar
Men vit hava valt eina aðra leið. Vit vilja hava studning uttanifrá.
Hvussu hevur so gingist okkum?
Vit kunnu samanbera við Singapore. Landavíddin er ikki so frægt sum Streymoy, Eysturoy og Vágoy tilsamans. Stórur partur er friðaður. Í tí, sum eftir er, búðu fyri hálvtannað hundrað árum síðani eins nógv fólk og í Føroyum. Nú búgva har fimm milliónir.
Teir hava sjálvandi havt sínar kreppur og kríggj sum onnur lond. Men ein munur er millum teir og okkum: Teir hava ongantíð havt politikarar, sum hava hildið, at stuðul frá øðrum skal bjarga teimum. Nei, teirra oddamenn hava sagt fólkinum sannleikan, sum er tann, at bert við hørðum arbeiði og sparsemi ber til at byggja upp eitt kappingaført vinnulív, sum kann gjalda teir skattir, sum gera at eisini tey minnimentu kunnu tiggja lív. Nú er hetta land so væl fyri, at tá ein tann størsti bankin í Svais var komin á trot, kundi íløgugrunnurin hjá Singapore eygablikkiliga koma við tí neyðugu fíggingini.
Eingin orsøk er hjá okkum at seta okkum fyri, at vit skulu vera fimm milliónir her á landi. Eitt realistiskt mál hjá okkum er at síggja til, at tey, sum her vaksa upp, kunnu liva við sømd í føðilandinum. Høvdu vit gjørt tað fyri hálvtannaðhundrað árum síðani, so høvdu vit nú verið millum hundrað- og tveyhundraðtúsund í tali. Tað hevði heldur ikki verið so galið.
Eru vit spiltir av blokkinum?
Men einki nyttar at gráta um spilta mjólk!
Spurningurin er, um føroyingar eru spiltir av teimum mongu árunum, sum teir hava knossað undir blokkinum, og tí ikki kunnu fóta sær í tí veruliga heiminum, sum er eyðkendur av kapping millum fyritøkur.
Nøkur halda so vera.
Hetta er tó ógvuliga ivingasamt. Vit skulu minnast til, at pengarnir uttanifrá hava verið ógvuliga fáum í landi okkara at gagni. Tey nógvu hava als einki gott fingið burtur úr teimum, og nógvum fyritøkum hava teir verið til miklan skaða. Tí er væl møguligt, at teir góðu eginleikar, sum landsmenn okkara hava, fara at koma undan kavi tá vit sleppa undan blokkinum.
Tað kann væl vera, at vit hava fingið nakað av spillu av blokkinum, men spillan er neyvan verri enn so, at hon fer at javna seg skjótt um so er at vit halda uppat at fáa blokkin.
Blindir politikarar
Tað er tó ikki lætt at sleppa undan hesi byrðu. Tann, guð vil revsa, blindar hann fyrst! Høvuðsorsøkin er tann, at okkara politikarar halda, at tað er til teirra fyrimun at halda fast við blokkin. Teir halda, at tað gevur atkvøður at pella fyri fólki, at hesir pengar eru okkum at gagni. Tí tora teir ikki at siga sannleikan, og úrslitið er tann katastrofa, sum vit síggja gerast veruleiki hvønn dag í landi okkara, júst tann sama, sum er øllum londum fyri, sum fáa pengar í yvirmát.
Vinnulív okkara er ikki kappingarført, og kann tí ikki gjalda teir skattir, sum neyðugir eru fyri at vit kunnu bjóða tær almennu tænasturnar, sum hoyra einum vælferðarsamfelagi til. Mentanin er við skerdan lut, og vit megna ikki so frægt sum at verja okkara land.
Kreppur av blokkinum
Kreppum sleppa vit heldur ikki undan við blokki. Tann størsta av teimum, tann í 1992, var tá ið blokkurin var størri enn nakrantíð. Árini eftir høvdu vit netto ongan blokk, tí tað vit skuldu gjalda til útlandið fyri skuld var eins stórt og blokkurin. Tá fór at ganga framá í landi okkara. Nýggj hugskot fingu fótin fyri seg. Nettoflytingin av landinum helt uppat. Fólk fingu dirvi til at fara undir nýggjan tátt í lívi tjóðarinnar. Men enn einaferð royndust okkara oddamenn verri enn fólk flest og nýttu ikki høvið til at fáa skil á. Teir skóru bert blokkin niður við einum triðingi í staðin fyri at skera hann niður á null. Høvdu teir gjørt tað tá, so høvdu vit í dag livað í einum heilt øðrum og betri landi við vón fyri stavn.
Men tað, sum ikki varð gjørt tá, kann gerast nú.
Fólkatingið lykilin
Í øllum lítillætni gjørdi eg í mínari grein vart við, at teir politikarar, sum hava størsta møguleika fyri at gera lít í hesum máli, eru teir, sum sita á fólkatingi. Tað er danska fólkatingið, sum áleggur donskum skattgjaldarum at rinda blokkin til Føroya. Hesir donsku skattgjaldarar halda allarhelst, at teir gera okkum eina góðgerð við at gjalda okkum hesar pengar. Nú ávísa mestsum allir økonomar, og serliga teir klókastu av teimum, at hetta als ikki er soleiðis, men at fólkatingið við at seta hesa upphædd á sína fíggjarlóg ger okkum beinleiðis skaða.
Tað eru tveir limir í danska fólkatinginum, hvørs høvuðsskyldu er at gera Føroyum gagn, og tað eru teir báðir, sum eru valdir í Føroyum. Á hvørjum ári eru teir við til at gera donsku fíggjarlógina, og har atkvøða føroysku umboðini ikki nei.
Hetta vil siga tað sama sum, at teir føroysku fólkatingsmenninir eru við í ørskapinum, sum blokkveitingin er! Teir høvdu kunna greitt donsku samstarvsfeløgum sínum frá, hvussu skaðilig blokkveitingin er fyri føroyska samfelagið, men teir hava ikki gjørt tað. Teir høvdu kunna sett fram broytingaruppskot til donsku fíggjarlógina, sum segði, at blokkurin skuldi niður á null, men heldur ikki hetta gagnið hava teir gjørt okkum!
Blokkurin skaðiligur og ólógligur
Hetta skuldi annars verið lætt hjá føroyskum umboðsmonnum at tikið stig til, tí ikki bert er tað próvfast, at blokkurin er skaðiligur fyri okkum, men hann er eisini ólógligur. Sambandssáttmáli okkara við Danmark sigur nevnliga, at hvørt ríki skal stýra sínum egnu viðurskiftum, og í tí liggur, at vit skulu fíggja okkara almennu útreiðslur og danir sínar.
So hvat er at drála við?









