Tað sigur Jørgen Niclasen í formansfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í bygdarhúsinum í Kollafirði Semjan, sum samgonguflokkarnir gjørdu um niðurskurð í blokkinum, hevur verið nógv umrødd, og tað hevur verið ført fram, at við einum niðurskurði á 15% av reella vøkstrinum, fer tað at taka okkum 600 ár at gerast leys av Danmark fíggjarliga.
Men hetta er ikki so, sigur Jørgen Niclasen. Og fyri at sláa fast, hvat henda semja í veruleikanum merkir, hevur hann fingið Landsbankan at rokna út, hvat hesin niðurskurður merkir.
Um hugt verður aftur á seinastu 20 árini, og sama øking í búskapinum verður nýtt komandi 20 árini, so merkir hetta ein øking í búskapinum í meðal á 4%. Príshækkingin er 2%, so reelli vøksturin er 2%.
Væl hevur vøksturin verður stórur hesi seinastu 20 árini, men vit hava samstundis einini verið gjøgnum svárastu kreppu kanska nakrantíð, júst innan fyri hesi seinastu 20 árini.
Heldur meðal vøksturin fram komandi 20 árini, so verður danski blokkstuðulin komin niður undir 1% av BTÚ í 2031.










