Jógvan við Keldu
keldu@post.olivant.fo
Í fjølmiðlunum seinastu viku nevndi eg, at tað eru veik, naiv og einki-sigandi uppáhald, at útbyggingar kring landið, so sum tunlar og vegir, hava skuldina av, at Føroyar eru í aftara enda, har fólkaskúlafrálæran liggur í vanlagnu, at eldrapolitikkur er skeivur og at miðmánmsskúlar, fróðskaparsetur og aðrir hámettir stovnar hava ov lítlan pening.
Samstundis setti eg spurningin, av teirri orsøk, at hesi altíð tørva pening: Hava tey intelektuellu tosað allan kvalitet til deyðis?
Henda grein fekk Johan Petersen í Dimmalætting 2. juni og í Sosialnum 7. Juni at royna enn einaferð at staðfesta, at Jógvan og teir gloyma blokkniðurskurðin.
Nú skal eg ikki svara fyri onnur, men sjálvandi havi eg ikki gloymt blokkniðurskurðin.
Hinvegin havi eg, sum so mangir aðrir føroyingar, lagt mær í geyma og fingið søgulig prógv fyri eftir áralongum politiskum virki, at tørvurin á peningi hjá einum sosialistlíknandi móttakaralandi verður ongantíð mettaður, heldur ikki um blokkstuðulin tvífaldaðist.
Euforiserandi evni
Haldi eisini, eg fari at nevna, at sambandsáhugaðir føroyingar hava síðani 1944 sagt við jøvnum millumbilum, at Ísland fer falitt. Hvat kann staðfestast, jú, vit eru farnir á húsagang, meðan Ísland er harri í Norðuratlantshavi. Sjálvandi hava teir havt síni rak ár sum øll onnur lond, men teir hava yvirliva við egnum lógum og egnum leisti.
Nei, tað er sum danskur politikari tók til, at: Stuðulsskipanir eru sum euforiserandi evni, tað kennist væl, men til endans doyr tú av tí. Hetta tykist troystasleyst, at Føroyar ikki eru komnar longur á leið.
Løgið kennist, at Johan Petersen skal koma við stuðulinum úr danska landskassnum, um eg mótmæli, at møguliga hava tey intelektuellu tosa allan kvalitet til deyðis, meðan vit hava útbygt okkara undirstøðukervi, sum savnar landið, og sum gevur óánaðar møguleikar, og geva útbygg-ingunum skuldina fyri, at vit liggja í aftara enda á nevndu økjum!
www.keldu.com