Starvsfólkið í undirvísingar- og Mentamálastýrinum slapp ikki til verka fyrrapartin í gjár.
Næmingar úr framhaldsdeildunum í skúlunum í Havn kringsettu í gjár bygningin vi Hoyvíksvegin, har stýrið heldur til, frá morgunstundini..Næmingarnir komu úr 8., 9. og 10. flokkunum.
Næmingarnir søgdu , at bert um nakar var komin til arbeiðis áðrenn klokkan sjey, vøoru tey sloppin innar.
Starvsfólkini, ið komu til verka til vanliga arbeiðstíð, vendu heimaftur og takkaðu næmingunum fyri ein frídag, greiddu næmingarnir skemtingarsamir , men kaldir, frá í gjár fyrrapartin.
Signar á Brúnni, landsstýrismann, søgdu næmingarnir seg ikki hava borið eyga við.
Framtíð Føroya
Næmingarnirdugdu at síggja tað skemtiliga í, at teir mótmæltu, fyri at sleppa aftur á skúlabomk, men tey ætlaðu at halda fram við blokaduni so longi tey orkaðu og hildu út í kuldanum.
Orsøkin er, at næmingarnir hava próvtøkur fyri framman og síggja sína framtíð ótrygga, tí eisini framhaldandi skúlagongdin í hægri skúlum er í vanda.
Næmingarnir mintu á, at teir eru framtíð Føroya og at teir fegnir vildu aftur í skúla, fyri at hava betri møguleikar í framtíðini.
Tinganes og Fíggjarmálastýrið
Spurdir, um fleiri tiltøk kunnu væntast frá teirra síðu, søgdu næmingarnir, at á skránni komandi dagarnar stóð Tinganes og Fíggjarmálastýrið.
Næmingarnir í framhaldsdeildunum kring landið hava ikki verið í skúla síðani hósdagin, fyri at mótmæla arbeiðssteðginum hjá sáttmálasettu lærarunum.
Seinni í gjár frættist, at starvsfólkini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum sluppu tilarbeiðis eftir døgurða í gjár.