Tey gerast færri og færri, sum tíma at fjasast við indur og sveita, men nú er líkt til, at blóðpylsan fer at gera comeback.
Nú skriva útlendskar heilsusíður, at blóðpylsan skal vinna sæti millum annan supermat, so sum quinoagrýn og svartar bønir.
Blóðpylsan hevur eitt høgt innihald av proteinum, potassium, kalsium, magnesium, sink og jarni, sum eru týdningarmiklir likamligir byggisteinar, og tí verður væntað, at hon fer at gerast sera væl umtókt millum tey kosttilvitaðu.