Saman við nýggja norska felagi sínum, Brann, vann Gilli Rólantsson í gjár silvur í Tippeliguni. Gilli skeyt sjálvur tað eina málið í avgerandi 2-1-sigrinum ímóti Sarpsborg 08.
Les eisini: Video: Fyrsta málið hjá Gilla fyri Brann
- Gleðin er so stór, at tað kann ikki beskrivast. Fyrst at skifta frá AaB til Brann, so fram at spæla kantur í staðin fyri bakkur, og at skora frammanfyri 17.500 áskoðarum ger tað ikki verri. Vit fingu silvur í Tippeliguni, eru komnir í Europa League og eg havi spælt hvønn dyst meðan eg havi verið 100% fit og fingið hol á málskjótingina vónandi, skrivar Gilli á facebook í dag og endar við hesum orðunum:
- Eg eri blivin glaður fyri fótbólt aftur, og tað havi eg ikki verið leingi.










