Fanin uppfann hjúnabandið fyri at pína fólk. Og sum allan annan fanansskap hjá fananum tók kirkjan hjúnabandið til sín og billar sínum trælum inn, at hjúnaband er kærleiki. Ja, fyrstu vikuna kanska. Og eftir hana stendur deyðin í durunum og bíðar.
Hjúnaband er kúgan, og øll vilja vera kúgað. Hini eru ikki í ordan.
Hjúnaband er stovnað, sum sagt, tað gjørdi fanin ein dagin, hann var ringur av timburmonnum, fyri at tvey fólk kunnu kúga hvørt annað til deyðin skilur.
Soleiðis er tað.
Undarligt, at Gaddafi og aðrir arabiskir ribbaldar ongantíð hava hótt við at leypa á til dømis Frakland fyri hjálpa teimum, sum gera uppreistur og berjast móti politinum í gøtum og á torgum har.
Nú siga tey lærdu, sum kanna alt og øll í høvd og reyv og livur, at brennivín samanumtikið er skaðiligast av øllum rúsevnum, skaðiligari enn øll tey forbodnu rúsevnini. Soleiðis samanumtikið.
Kortini eru onnur rúsevni enn brennivín og religión harðliga forboðin.
Og hóast fleiri føroyingar doyggja av mjólk, kjøti, smøri og cola enn av brennivíni og amfetamini, kunnu øll, sum røkka upp á handilshillarnar, keypa so nógv feitt og sukur, sum teimum lystir og tey eiga pengar fyri. Blandað sukurkand fyri rest.
Tubbak er heldur ikki forboðið, hóast eisini tað er forbiðið.
Eg fari at endurtaka tað, sum eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani. Seljið øll rúsevni, veik sum sterk, á apotekunum fyri ein sámuligan prís. So sleppa vit undan kriminalitetinum, sum hongur uppi í rúsevnunum, tí tey eru forboðin. Og politiið kann brúka sínar pengar og sítt fólk til annað.
Frí søla er einasti máti at sleppa undan kriminalitetinum. Brotsgerðirnar eru ikki so ringar í Føroyum. Ikki enn, men tær koma.
Og tað er bæði lættari og skjótari at tøma Sundalagið við einari teskeið enn at stegða rúsevnasmuglingini.
Men vilja politikarar og politi og dómsvald hava kriminalitetin, so verður tað so, tí tey ráða.
Nú talar lesarin, um nakar er, at, jú, men, verður sølan frí, fara øll at ganga skeiv og høg hvønn einasta dag.
Og hvat so, kanska tað hevði sparkað hetta samfelagið úr miðøldini.
Nei, tey, sum brúka rúsevni, verða hvørki fleiri ella færri. Júst sama úrslit sum tey nógvu “stóru” rúsevnismálini í rættinum og nevningatingum geva. Tey broyta einki.
Einki land hevur megnað at steðga rúsevnasmugling, heldur ikki tey, sum hava deyðarevsing fyri at royna at smugla rúsevni.
Hetta eru tankar, sum til ber at spæla sær við á dagligu gonguferðini millum seyð, gæs og dunnur.
Ein dagin steðgaði tó alt hugarok, tá eg kom út á Hvítanesvegin at venda. Ein bláur bussur fór framvið. Ikki ein hjá Bygdaleiðum, men ein útlendskur, giti eg. Á bussinum stóð við stórum, hvítum stavum:
Jesus is Alive – He will Return.
Ókey. Har stóð eisini nógv annað á bussinum, sum eg ikki fekk lisið. Bussurin var í tveimum hæddum, hevði tvey dekk, so tey vóru nærri síni Gudi til hansara.
Stendur so illa til við okkara yvirtiknu trúgv, at útlendskir hallelýjaboðarar billa sær inn, at her er brúk fyri sálarbót. Hugsaði eg og vendi við aftur. Hugsaði um eina blaðgrein, eg las fyrr um dagin. Hon var um, at børn fara ov seint í skúla, ikki hvønn morgun, men tey eru ov gomul, tá teirra fyrsti skúladagur kemur.
Hví ikki lata børnini fara í skúla tvey ára gomul, so eru tey liðug, tá tey eru níggju, tíggju ella ellivu og kunnu fara til arbeiðis. Børn í arbeiði.