Blair stríðist fyri sínum eftirmæli

Forsætisráðharri Bretlands seinastu tíggju árini stríðist manniliga fyri sínum eftirmæli, nú embætistíð hansara líður ímóti endanum. Á síðulinjuni stendur argasti fíggindi Blairs í Labour, skotin Gordon Brown, og tritlar í ótolni eftir tíggju ár í skugganum av forsætisráðharranum. Og sum ein rovfuglur yvir øllum sveimar tann ungi og framfýsni konservativi leiðarin, David Cameron, ið er fyrsta veruliga hóttanin ímóti valdsmonopolinum hjá gamla arbeiðaraflokkinum, síðan Blair fekk valdið. Politiskur háspenningur, tá hann er allarbestur

Politiska landslagið í Bretlandi stendur á gáttini til stórar broytingar komandi árini, tí í heyst boðaði Tony Blair frá, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri í seinasta lagi í september.
Tony Blair hevur meira enn nakar annar sett síni fingramerki á Bretland seinastu tíggju árini, og við trimum valsigrum á rað førdi hann Labour aftur til valdið, sum hevði verið í klørnum hjá teimum konservativu í meira enn fimtan ár.
Hóast Blair hevur verið sera væl umtóktur av bretska fólkinum seinastu tíggju árini, er eftirmæli hansara nú av álvara í vanda. Blair hevur nevniliga ongantíð áður havt so lítla undirtøku í fólkinum sum nú, og fleiri mál nerva bretska leiðaran.
Ófriður innanfloks órógvar stevið í flokkinum, syndarliga støðan í Irak tyngir forsætisráðharran almikið, og fyri at gera ilt verri so kannar løgreglan í løtuni eitt mál, sum kann gerast sera pínligt fyri Blair og Labour-flokkin. Tað snýr seg um, at Labour hevur fingið peningaligan stuðul afturfyri at tryggja ávísum persónum aðalheiti og sess í House of Lords (yvirhúsið í bretska parlamentinum).

Arvafíggindin ger seg tilreiðar
Tá ið Tony Blair boðaði frá, at hann tekur seg úr politikki, var øllum greitt, at Gordon Brown verður nýggjur forsætisráðharri.
Tað er eingin loyna, at Gordon Brown og Tony Blair ikki hava sitið væl um sátt seinastu mongu árini. Persónliga aggið millum Blair og Brown stavar frá tíðini, tá ið Blair gjørdist floksformaður í 1994.
Tá lovaði Blair nevniliga vinmanni og politiska makkara sínum høgt og heilagt, at teir báðir skuldu býta forsetasessin ímillum sín, har Blair skuldi taka fyrra skeiðið og Brown tað seinna. Teir skuldu við øðrum orðum deilast um forsætisráðharrasessin. Og tað var við hesum lyfti, at Brown tók til takkar við sessinum sum fíggjarmálaráðharri.
Men Blair hevur síðani brotið hetta lyftið. Hann hevur ikki viljað trinið av trónuni, og Brown er vorðin meira og meira ótolin. Tað hevur við tíðini oyðilagt teirra vinarlag, sum seinastu tvey árini er endað við opnum stríði.
Støðan er nú hon, at viðhaldsfólk Browns gleða seg til valdsskiftið, meðan viðhaldsfólk Blairs bera ekka fyri sínari støðu í flokkinum. Valdsstríð hevur merkt Labour øll árini hjá Blair, men hann hevur dugað frágera væl at finna eina valdsjavnvág, sum báðir partar hava kunnað sligið seg til tols við. Nú fer hendan valdsjavnvágin at koppa til fyrimuns fyri brownittarnar, og tað elvir til nakað av ófriði.

Ófriður innanfloks
Fyri stuttum lanseraðu tveir av argastu fíggindunum hjá Gordon Brown eina heimasíðu, ið skal elva til kjak um stavnhaldið hjá stjórnini, áðrenn Blair tekur seg aftur. Hesir báðir, Alan Milburn og Charles Clarke, hava verið millum trúgvastu sveinar Blairs, og átak teirra verður av øllum politiskum eygleiðarum tulkað sum eitt frontalt innanfloks álop á Brown.
- Ætlanin er at konfrontera komandi leiðaran við eina røð av politiskum stríðsspurningum og harvið vóna, at Brown fer at standa veikari í flokkinum eftir eina slíka uppgerð. Hetta kann møguliga lokka ein avbjóðara at stilla upp ímóti Brown í stríðnum um formanspostin eftir Blair, skrivar politiski redaktørurin hjá The Guardian.
Nakrir eygleiðarar vilja vera við, at fráboðanin um afturtøkuna hjá Blair hevur undirminerað vald og myndugleika hansara, og at ávísar fraktiónir eru farnar at gera meira um seg, nú øll vita, at Blair tekur seg aftur. Tí er spurningurin, um tað var klókt av Blair at kunngera sína avgerð so langt frammanundan.
Vandin er, at hann verður sæddur sum “dead and buried”, áðrenn embætistíðin er at enda komin. Onnur óttast, at Labour flokkurin verður syndraður orsakað av innanhýsis stríði, og at komandi leiðarin ikki fer at vera førur fyri at taka tað stóra upptakið, sum liggur eftir Blair.

Irak og eftirmælið
Labour hevur ongantíð í embætistíð Blairs havt so vánaliga undirtøku sum nú. Bert 26 prosent av fólkinum stuðlar Blair, meðan teir konservativu nærkast teimum 40 prosentunum.
Katastrofala gongdin í Irak og tætta sambandið við George W. Bush hevur sambært fleiri kanningum verið ein av høvuðsorsøkunum til minkandi undirtøkuna hjá Blair. Í 2003 var hann púra sannførdur um, at innrásin í Irak var tað rætta at gera, hóast ST-trygdarráðið ikki góðkendi hana.
- Vit spilla okkara tíð við práti um afturtøku úr Irak. Kynstrið at ganga á odda snýr seg nevniliga um at syrgja fyri, at tað, sum ikki skal henda, ikki hendir, segði Blair í samrøðu við Newsweek herfyri, tá hann varð spurdur um møguleikarnar fyri, at tey sameindu taka seg aftur orsakað av harðligu mótstøðuni frá uppreistrarbólkum.
Blair heldur tó fast um, at tey sterku søguligu bondini millum USA og Bretland eru við til at styrkja støðu Bretlands, og hann mælir frá at kvetta tað trans-atlantiska sambandið millum tey bæði valdsmiklu enskt-talandi londini.
- Um vit leggja sjógv ímillum okkum og USA kann tað gerast ein langur vegur heimaftur, vil Blair vera við. Tað kann við øðrum orðum gerast ein dýrtkeyptur løtuvinningur, sum fer at koma bretum aftur um brekku, at taka fjarstøðu frá USA.
Bretska stjórnin hevur tó verið ákærd fyri at vera hálvhjartað í Irak, og Bretland hevur nú bert góðar 7000 hermenn eftir í Irak samamborið við teir 120.000 amerikansku hermenninar. Og Blair hevur júst boðað frá, at eini 1600 hermenn verða tiknir heim í summar.
- Tony Blair vil bert tryggja eftirmæli sítt. Í søgubókunum vil hann standa sum maðurin, ið moderniseraði Labour og bretsku stjórnina, heldur enn maðurin, ið førdi land sítt í eitt miseydnað kríggj í Miðeystri, sigur Dr. Toby Dodge frá Institute of Strategic Studies í London, sum finst hvassliga at motivunum fyri afturtøkuni av bretskum hermonnum.
Tí er afturtøkan av bretskum hermonnum í Irak motiverað av innanríkispolitiskum orsøkum heldur enn eini objektivari meting av, hvat er skilabest at gera í løtuni, er metingin hjá Dodge.
Harumframt hava fleiri fyrrverandi, høgtstandandi offiserar funnist hvassliga at Blair fyri at hava ovbyrjað bretsku herdeildirnar, sum als ikki eru útgjørdar til tær sera krevjandi uppgávurnar í Afghanistan og Irak.
Hesar atfinningar hava rakt Blair sera meint, og hann hevur alt meira torført við at sannføra fólkið um, at innrásin í Irak var ein skynsom avgerð.

Fíggjargøla lúrir
Umframt vánaligu undirtøkuna í veljarakanningum og stríð innanfloks hevur eitt annað mál givið Blair mikið høvuðbrýggj. Tað er sonevnda “cash-for-honours” málið, sum hevur fingið nógva umtalu í fjølmiðlunum.
Illgruni er um, at Labour hevur tilnevnt ávísar persónar, sum hava veitt flokkinum stórar peningaupphæddir, til House of Lords. Tað er serliga kæri vinmaður Blairs, Lord Levy, ið er undir illgruna fyri at hava staðið fyri hesum býtinum av almennum embætum afturfyri peningagávur, og hann er nú undir illgruna fyri at hava sagt ósatt fyri løgregluni og at hava forðað henni í kanningararbeiðnum.
Levy og Blair hava í fleiri ár havt eitt sera tætt samstarv, og verður Levy feldur í hesum málinum, rakar tað samstundis Blair sera meint, hóast hann ikki hevur framt nakað lógarbrot.

Teir konservativu skúma fram
Og júst sum Labour ikki hevði tørv á fleiri trupulleikum, lúrir enn ein brotasjógvur í havsbrúnni. Tað er konservativi leiðarin David Cameron, ið stendur serstakliga sterkt í veljarakanningum.
Spurningurin er, um Gordon Brown kann basa tí konservativu bylgjuni, sum styrknar alsamt. Hjálp frá Blair fær hann onga, tí hann hugsar meira um eftirmælið enn um framtíðar politiskar ætlanir.
Eingin ivi er um, at Blair hevur broytt Bretland, og við kønari hond hevur hann saman við Brown skapt framúrskarandi úrslit seinastu tíggju árini. Spuringurin er, um vit fara at minnast Blair sum forsætisráðharran, ið ikki bert moderniseraði Labour og stjórnina, men eisini sjálvt Bretland og fólkasál tjóðarinnar, ella um vit fara at minnast hann sum mannin, ið viltist í irakisku oyðimørkini, og at enda varð vrakaður av bretska fólkinum.

Keldur:
The Guardian, 28. februar 2007
Newsweek, 26. februar 2007
Weekendavisen