Claus Bech Jørgensen kom á vøllin seinasta korterið, tá Blackpool leygardagin vann á fyrrverandi felagnum hjá hálva føroyinginum, Bradford. Talan gjørdist um tryggan 4-1 sigur til Blackpool, og støðan var longu 4-0, tá Claus varð skiftur inn.
Sigurin ber við sær, at Blackpool tók seg eitt fitt petti upp á stigatalvuni, har niðurflytingarhóttanin annars hevur sjónlig fyrsta partin av árinum. Blackpool hevur nú vunnið tveir dystir á rað, og spælið hevur avgjørt givið vónir um, at tað kanska ber til at stríða seg nakað væl longur upp á talvuni.









